Í gjár kom babba við at svimja, tað var so deiligt at hann kom við, men tað var fyri tað mesta eg sum svam. Babba hevði lánt undirvatns myndatólið hjá gummu við at svimja, so hann tók myndir allatíðina. Babba tók eisini uppá video, hann fer kanska at gera ein film burturúr tí og leggja hann her :)
Hey øll, eg eri ein lítil didda sum eitur Rannvá,eg bleiv fødd 25. juli 2008 kl 17:06. 29.aug 2011 fekk eg ein stóran lítla beiggja, vit búgva í Malmø saman við mammu og babba :)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar