Sunnudagin vóru mamma, babba og eg og trillaðu. Eg bleiv trillað ordiliga leingi! Tað visti eg tó slett ikki av, tí eg svav allatíð:) Beint áðrenn vit komu heim fóru vit í Lagkakuhúsið á Christianshavn, tað var ordiliga stuttligt at sleppa at liggja í vindeygnum har inni, eg sá alt sum gekk fyri seg:) Babba fer at leggja ein film inn av mær, meðan eg lá har! :) Tá vit komu heim, vísti tað seg, at mamma og babba høvdu verið og keypt mær leikur, meðan eg svav, tað var ordiliga stuttligt! Tær kunnu alt møguligt og eg tími so væl at spæla við tær :)
Eg liggi og hugni mær Mamma og eg pakka upp, tað er ikki heilt lætt! Babba vísur mær hvat leikan kann :)
Hey øll, eg eri ein lítil didda sum eitur Rannvá,eg bleiv fødd 25. juli 2008 kl 17:06. 29.aug 2011 fekk eg ein stóran lítla beiggja, vit búgva í Malmø saman við mammu og babba :)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar