lørdag den 30. maj 2009

Til marathon

Abbabeiggi, charlotte og Lars vóru í København og runnu marathon, tey eru so røsk!
Vit vóru og hugdu, har vóru øgiliga nógv fólk, eg klappaði meðan rennaranir runnu á mál :)

Eg og Hans Vilhelm abbabeiggi, eg bleiv eitt sindur lumpa, tí hann líkist nokkso nógv abba og hevur eisini brillur at stjala :)
Næst seinasta vikuskifti vóru vit og vitjaðu Ingrid og tey í Århus, omma var eisini hjá teimum. Tað var so hugnaligt at vitja tey, men vit skuldu alt ov skjótt heimaftur. Vit mugu fara aftur at vitja tey skjótt.

Vit eru júst komnar inn eftir ein gongutúr

So gekk leiðin aftur til København, tá kom omma við:)

Omma dugur so væl at spæla við meg, her spæla vit tivoli, tað er ordliga stuttligt;)



Hattar var stuttligt

eg fór við ommu at vinka bei,bei á flogvøllinum, her eru vit klárar at fara í bilin

torsdag den 21. maj 2009

Babysvimjing

Nú dugi eg so væl, eg haldi sjálv í stongini, meðan mamma sleppur mær
Her bólti eg rút undir vatninum

Rannvá omma var við og tók myndir av mær, tað er so deiligt at hava hana á vitjan! :)

onsdag den 13. maj 2009

Svansibobb!

Nú eri eg blivin so stór, at eg sjálv dugi at taka breyð bitarnar og koyra teir í munnin og mamma og babba sleppa ikki at hjálpa mær, tí tað er ordiliga babysligt! Men, mamma og babba halda at eg svansi dekan ov illa, men tað er so øgiliga stuttligt at spæla við matin, eg ordiliga hugni mær! :)




fredag den 8. maj 2009

Nú dugi eg at smílast til myndatólið


eg dugi eisini at gera fortreð og taka klæðini av snórinum


eg eri so fitt :) halda tit ikki tað?

Tvær rokutar gellir


Endiliga kom Ró aftur til Danmarkar, tað var so stuttligt at síggja hana aftur! Vit eru báðar blivnar so raskar, síðan vit sóðust síðst:)

torsdag den 7. maj 2009

Á Hilton í Malmø :)

Síðsta vikuskifti vóru mamma, babba og eg í Malmø á Hotel Hilton í eina nátt, tað var so lekkurt!

úti og eta á lille torg

eg og mamma

fái ís frá babba, men heldur ikki tað vil eg hava nógv av!

kamarið var stórt og eg slapp ar vera allastaðnið;)

útsýnið úr kamarinum

eg og babba til morgunmatin

elevatorurin situr uttaná bygninginum, har sær man hetta:)

babba og mamma hugnaðu sær

Grannin hjá mær

Í íbúðini yvir av hjá okkum býr ein so fittur drongur, hann eitur Hubert. Hann tímur væl at spæla við meg. Eg slapp eisini í 2 ára føðingardag hjá honum fyrradagin og tá slapp eg at sita í einum so øgiliga flottum hollenskum højstóli, sum líktist einum kongastóli:)

Hubert blæsur ljós, stólurin við síðurnar av er tann eg sat í :)

Hubert og eg í góðveðrinum nú ein dagin