mandag den 30. marts 2009

Jarðberð frá gummu :)



Í dag fekk eg jarðberð frá gummu, ta eg var og vitjaði hana, lekkurt! :)




So setti eg meg í sofuna at smílast til myndatólið, gott at myndirnar eru tiknar í svørtum og hvítum, tí eg bleiv reyð undir nøsini av jarðberunum :)

tirsdag den 24. marts 2009



Hetta hevur mamma tikið av mær meðan eg ikki visti av, men hon er ein kleyna, klippi liggur á liðini!

mandag den 23. marts 2009

Í dag vóru vit so á Hvidovre Hospital, tað var av fínasta slag. Tey høvdu ordiliga nógv leikutøj :) Eg helt serliga eina rossamuu vera so fitta :)
Eg bleiv kanna av læknanum, hon koyrdi eitt sovorið kalt á búkin, men hon var so fitt at hita tað áðrenn, og so bleiv eg viga og máta sjálvandi.
Tey søgdu at vektin hjá mær og hæddin fylgjast væl, men at eg eri bara ov lítli. So vit skulu aftur til tey í nakrar dagar 14. apríl, so eg kann vísa teimum hvussu eg eri og hvussu nógv eg eti :)

Annars dugi eg eitt sindur betri at sita nú :) Hyggi bara, eg stytti mær við hondini :)

fredag den 20. marts 2009

So var langt síðan síðst!

Hey, hey tit øll :)
Mamma hevur slett ikki vilja hjálpt mær við á koyra nakað út her í seinastuni!
Men tað er kanska tí, at babba hevur verið í Italia og vit hava verið einsamallar heima.
Samstundis havi eg fingið eina tonn afturat, so eg havi kanska verið eyka grenjut!
Men vit hava gjørt tað vit plaga, verið og svomið, í mammubólk og alt hatta har...
Men nakað sum er ordiliga økt í seinastuni er alt feitti og fløtin, sum mamma og babba kroysta í meg! Tey koyra tað í alt! Og nú eru tey eisini fara at geva mær alt, bara eg vil hava tað :) kuuul! lekkurt! ;)
Teir seinastu 2 mánaðarnar, hava tað verið heili 30 dagar har eg sletti ikki havi tikið uppá, so mamma og babba hugsa ikki um annað enn at eg skal taka uppá! Og tað hevur kanska hjálpt, tí í gjár var heilsusjúkrasysturin her, og eg hevði allíkavæl tikið 600gr uppá teir seinastu 2 mánaðirnar, so tað er ikki so galið, men eg havi gott nokk eisini eti feitan mat! Men eg skal á Børne amb á Hvidovre Hosp. 23. mars til kanningar, tí hvørki læknin ella heilsusysturin halda tað vera heilt í lagi, og mamma og babba vilja ordiliga, gjarna at onkur sigur teimum hvat tey skulu gera!
Men eg eri ordiliga røsk til alt annað :) Men eg hopi at eg skjótt dugi at grulva og sita, tað hevið verið ordiliga kuul! :)

Eg spæli, Maria hevur gjørt mær apuna :)

Mitt í rokanum :)

Babba júst komin heim úr Italia, við flottum jakka til mín :)
Kanska fari eg í hann í brúdleyp í Ialia á páskum :)

Heilsusjúkrasysturin vigar meg, spennandi :)

tirsdag den 10. marts 2009

Vita tit hvat, eg havi funnið útav at mamma og babba goyma spennandi bløð á hyllini á sofaborðinum, tað er ordiliga skeg at taka tey niður og skraða tey:)



So væl dugi eg at órudda:) eg eri ordiliga røsk!

fredag den 6. marts 2009

Ró vitjar meg :)

Í gjár var Ró vitjaði meg, tað er líka stuttligt hvørja ferð, tá hon vitjar okkum. Mamma tók myndir av okkum, meðan vit spældu á gólvinum. Av onkrari orsøk heldur mamma, at vit reagera altíð líka, tá ið myndatólið kemur fram.

Vit halda báðar at tað er eitt spennandi myndatól, mamma nú kom við...

Vit duga báðar at flenna til myndatólið :)

Tíðliga í morgin fara babba, pápi Ró og tveir aðrir menn skítúr til Svøríki, so eg vanti at eg sleppa afur at spæla við Ró í vikuskiftinum, meðan páparnir eru burtur.

mandag den 2. marts 2009

Mammubólk hjá Kristian Martin



Mamma náddi ikki fram við myndatólinum, fyrr enn vit vóru á veg út at trilla, tá var Kristian Martin í ferð við at mussa meg, men mamma var nakað sein at taka mynd ;)


Allar mammurnar við vogni, frá vinstru: Mamma og eg; Eva og Gabriel; Hallgerð og Kristian Martin; Turið og Herbert og Arndis og Ró

Vikuskifti í Keypmannahavn og nýggjar leikur :)

Sunnudagin vóru mamma, babba og eg og trillaðu. Eg bleiv trillað ordiliga leingi! Tað visti eg tó slett ikki av, tí eg svav allatíð:) Beint áðrenn vit komu heim fóru vit í Lagkakuhúsið á Christianshavn, tað var ordiliga stuttligt at sleppa at liggja í vindeygnum har inni, eg sá alt sum gekk fyri seg:) Babba fer at leggja ein film inn av mær, meðan eg lá har! :)
Tá vit komu heim, vísti tað seg, at mamma og babba høvdu verið og keypt mær leikur, meðan eg svav, tað var ordiliga stuttligt! Tær kunnu alt møguligt og eg tími so væl at spæla við tær :)




Eg liggi og hugni mær

Mamma og eg pakka upp, tað er ikki heilt lætt!

Babba vísur mær hvat leikan kann :)