søndag den 7. august 2011

IKEA túrur

Í gjár skuldu mamma og babba í brúðleyp, og tá babysittaði gubbi meg.

Vit fóru ein laangan og orduliga stuttligan túr í IKEA at spæla. Tað er eitt tað besta eg veit.


Fyrst so fóru vit at eta.

Vit fingu köttbullar - mmmm!

Spæliplássi er stuttligt uppá nógvar mátar ;)

Tað er so smart í IKEA, tí tey hava stólar í barnastøddum eisini.

Gubbi og Ragnhild keyptu orduliga nógv ting, so at vit máttu brúka ein av teimum stórstu vognunum IKEA eigur. Aftaná seks tímar, vóru vit nokkso troytt og svong, so vit fingu okkum hotdog og drukku sunkist meðan vit sótu á tí stóra vogninum.
Á vegnum heim undirhelt eg við sangi og stóladansi. Tað hildu Ragnhild og gubbi verða skeg.