tirsdag den 30. september 2008

Hey, Hey tit øll :)

Heilsusysturin vitjaði meg í dag, nú vigi eg 4650g og eri 57cm long, tað var nú ikki so nógv, men tá hugsað verður um hvussu lítil eg var, tá eg var fødd, so er tað ok. Annars segði hon, at eg var akkurát sum eg skuldi :)
Seinni kom abbi at vitja meg, tað var so deiligt at síggja hann aftur, men mamma tók onga mynd, men hann kemur aftur fríggjadagin, so tá koyri eg fleiri myndir inn :)
So komu Sámal mammubeiggi og Durita, og vita tit hvat tey høvdu við, henda flotta jakkan, eri eg ikki fín, mamma helt meg vera so fína at hon tók bara myndir av mær :)


onsdag den 24. september 2008

Mær dámar so væl at sova :)

Eg lulli og lulli. Sjálvt tá mamma vil hava meg at venja á búkinum klári eg at sovna :) men eg dugi allíkavæl væl at lyfta høvdi, tá eg vil, tað vísi eg tykkum eina aðru ferð :)









fredag den 19. september 2008

Í Tivoli

Systkinabørnini hjá mammu úr Grønlandi vóru ein túr í Kbh í dag. So vit fóru øll í Tivoli, lítlu beiggjarnir hjá Vivi og Rasmus vóru við, teir eru so fittir. Eg fekk eina so flotta húgvu, hyggi bara hvussu væl eg riggi :)



Hetta er David, hann er ½ ár.

Hetta eru Vivi og Jack. Jack er stóribeiggi David og hann er 1½ ár.

Elsibeth, Sámal, Rasmus og Birthe og David

torsdag den 11. september 2008

Nú dugi eg at spæla :)

Hey tit øll :)
Nú vil eg bara vísa tykkum hvussu røsk eg eri blivin at spæla, eg dugi ordiliga væl. Eg hyggi uppá figurarnar, sum hanga á mínum flotta aktivitetsteppi og so tosi eg við teir. Mamma og babba halda meg vera so søta, tá eg sigi okkurt við teir, tí tað ljóðar so fitt :) Men tað halda tey sjálvandi altíð:)

lørdag den 6. september 2008

Í føðingardag hjá Bjørg í Ishøj

Vit hava verið úti í Ishøj í føðingardag í dag. Har var nógv lekkurt at fáa hygg bara at borðinum, men eg fekk bara mjólk frá mammu, hopi at tað fer at smakka av øllum kakunum seinni í kvøld :)

fredag den 5. september 2008

So kom omma Oman Hoydalar :)

Omma Oman Hoydalar er endliga komin at vitja okkum :) Hon heldur meg vera so fitta :) og hon heldur eisini at eg líkjist mammu :) Omma dugur so væl at hava meg, tá eg havi ilt í búkinum, so tað er deiligt at hava hana her!