torsdag den 30. april 2009

Eg eri so røsk :)

Knappliga dugi eg alt møguligt, eg klári at veiggja aftur og framm á øllum fýra og at sita sjálv. Sjálvt um eg ikki eri komin heilt upp at grulva enn, klári eg at bevega meg runt um alla íbúðina og tá finni eg alt møguligt :)
Men eg eri ikki líka løtt at leggja at sova longur, tí nú tími eg ikki at vera liggjandi á rygginum, líka sum mamma og babba leggja meg, tí eg dugi væl at fara runt um alla songina:)

Soleiðis legði eg meg at sova í gjár, tá helt mamma, at babba mátti fara at koyra botnin longur niður, tí eg grulvi runt til eg eri so troytt, at eg sovni, og so helt mamma eisini, at eg dugdi eitt sindur ov væl at tuga meg upp.


Og í gjárkvøldið, tá ið eg fór í bað, dugdi eg knappliga at sita sjálv og spæla, tað var so skeg, tað havi eg ikki klára fyrr :)

So koyrdi babba botnin niður, so mátti eg grulva her niðri...





Eri eg ikki røsk :)

lørdag den 25. april 2009

Mammubólk heima hjá okkum

So var aftur mammubólkur, men bara tveir beiggjar komu, men vit hugnaðu okkum óført. Eg var ein gella og stjól suttuna frá Aron fleiri ferðir úr munninum á honum, men eg helt hana bara vera so flotta:)




Aron

eg:)

Herbert

torsdag den 23. april 2009

torsdag den 16. april 2009

Hesa ferð vóru Christian og Isabella inni :)

Í morgun fann mamma uppá, at vit skuldu fara at heilsa uppá drotningina, tí hon hevur føðingardag í dag. Ingrid og mamma hennara komu við. Har vóru komin so nógv fólk at heilsa uppá drotningina, so tað var líka við, at man ikki sá hana, men tað gjørdi einki, tá aftaná fóru vit á café, so kundi eg hugna mær saman við Ingrid meðan mammurnar ótu :)

Eg, Ingrid í vogninum og Siborg mamma Ingrid

Her eru tey so, vit sóu tey ikki so væl, eina aðru ferð vil eg standa fremst!!!


Eg og Ingrid so fittar :)

tirsdag den 14. april 2009

Brúdleyp í San Silvestro


Mamma og eg í San Silvestro


Mamma, babba og eg í San Silvestro.


Her siti eg á kirkjugólvinum.


Brúðarparið Rannvá & Rúnar.


Brúðarparið Rannvá & Rúnar.






San Silvestro


Romantiska hotellið í Rimini.

mandag den 13. april 2009

Italiu túrurin


Í San Marino


Í San Marino


Á hotellinum í Rimini

tirsdag den 7. april 2009

Á veg til Italia, arrivederci :)

Mamma og babba ætla bestemt at tað fer at vera sól, í gjár fekk eg hesar fínu sólbrillurnar :)


Nú fara vit hvørja løtu, eg liggi og sovi beint nú, meðan mamma og babba rokast við at fáa alt klárt. Tey rokaðust eisini í gjárskvøldið og næstan heilt til á nátt, men eg havi ikki lagt merkið til nakað :)
Vit flúgva til Milano í dag og koyra so til Rimini, har skulu vit búgva á hotelli. Í morgin fara vit til San Marino ein túr, tað er á vegnum, og síðan fara vit á møta øllum brúdleyps gestunum har vit skulu búgva til sunnudagin, tá vit koma aftur til Danmarkar. Tað veður ordiliga spennandi, tí eg havi ikki ordiliga merkt nakað til, at vit skulu ferðast enn :)

mandag den 6. april 2009

Eg havi fingið pass :)

Tá vit vóru í Føroyum á jólum var ikki neyðugt at hava pass við, men í morgin fara vit til Italia og so má eg hava pass sjálv :)
Hetta eru myndir, sum mamma og babba tóku av mær, sum skuldu brúkast til pass. Á pass kontórinum valdu tey tí ovaru myndina...

onsdag den 1. april 2009

So var mynd av tonnunum :)



Her síggjast tennirnar hjá mær, og ja eg eri ein lítil gella ;)

Nú fer mamma at goyma mítt baby leikutøj