onsdag den 21. oktober 2009

sjúk :(

Nú havi eg verið sjúk í 5 dagar, við feburi, fekk mfr vaccinuna mánadagin í síðstu viku, so tað er helst tí. Eg havi einki orka, so slett ikki at eta. Nú hopa mamma og babba at eg skjótt havi tað betur og sleppi í vøggustovu...

søndag den 11. oktober 2009

lørdag den 10. oktober 2009

Mammubólk í bóndagarðinum :)

Í dag var mammubólkur aftur á skránni. Nú var nakað síðan seinast, so mamma Kristian Martin helt, at vit skuldu fara at vitja bóndagarðin í Remiseparken. Tað var so hugnaligt, mamma Kristian Martin hevði tikið bollar, kaku og kaffi við, so lekkurt! Men eg svav mest sum alt vekk :( Náddi tó akkurát at eta og síggja hønurnar, tá vóru øll hini djórini, koyrd inn og tey stongdu fyri í dag, so mamma og babba mugu koma við mær ein annan dag, men tað var hugnalig allíkavæl.
So hugnaligt hava hønurnar tað

Eg vildi als ikki hyggja uppá myndatólið, hønurnar vóru alt ov spennnandi! :)
Ró og Arndis
Turið, Kristian Martin og Hallgerð, Herbert var so upptikin og kom ikki á nakra mynd

Ró, Turið, Hallgerð, Arndis og gumma við beiggjunum í vogninum :)

onsdag den 7. oktober 2009

Heima hjá Ró

So varð Ró útskrivað og tað bleiv feirað við bollum og kakao :)
Ró hevði bjóða Herbert, Una, Rógva og mær við foreldrum, tað var sera hugnaligt :)
Apan er so sera spennandi

Ró og eg spæla við koppastell :)

Mammu rumpa :)


mamma sleppur ikki at gera nakað í køkinum so standi eg soleiðis beinanvegin ;)

Baby minnir :)


Mamma hevur ramma mín baby kjóla inn saman við míni fyrstu suttu og mínum armbandi frá føðideildini á Hvidovre
Fyri tveimum vikum síðan var omma Oman Hoydalar her og so fóru vit til Århus at vitja Ingrið.
Vit spældu og hugnaðu okkum ordiliga :)


Beiggjarnir hjá gummu

Hetta eru fittu tvillinga beiggjarnir hjá Siggu gummu og Sonna :)
Teir eru so fittir, teir hava verið og vitja okkum so her eru nakra myndir :)



Sovorna lift átti eg eisini :)

Abbi á vitjan



Nú er tað longu langt síðan at abbi var her, men mamma og babba hava havt so nógv at gera og ikki havt tíð at leggja nakð út her.
Men hann var her og vit hugnaðu okkum :)

mandag den 5. oktober 2009

Nýggjan autostól og biltúr til Herbert :)

Í síðstu viku fekk eg nýggjan autostól, hann skuldi sjálvandi roynast, tað er ordiliga cool ikki at sita sum eitt babby meira!
Vit koyrdu út at vitja Herbert, har var stuttligt at vitja. Mamma Herbert hevði gjørt pannukøkur og so fekk eg bláber, tað elski eg og eg gavst ikki fyrr enn øll vóru uppi.
Vit spældu eisini í Herbert´sa flotta kamari, tað var so skeg! :)