torsdag den 29. januar 2009

Síggji eg ikki út til at hava verið nem hjá Siggu gummu at hava? Hon var so fitt at ansa mær í kvøld. Mamma og babba vóru so heldig at sleppa út at eta, tí mamma hevur føðingardag í dag.
Eg helt tað vera ordiliga skeg at gumma hevði meg :) men eg kann ikki vera alt ov strævin, tá gumma hevur meg, tí gumma hevur tvilllingar í búkinum :)

onsdag den 21. januar 2009

Eg reiggi :)

Í dag hava vit verið úti í Herlev hjá Herbert í mammubólk, tað var ein ordans útferð, vit tóku metro, tok og buss og so trillaðu vit eisini áðrenn vit komu fram.
Meðan vit vóru har svav eg úti í havanum í vogninum, meðan mamma og hini ótu lekran mat, sum Turið, mamma Herbert hevði gjørt. Av tí at eg svav, bleiv tað ikki til nakra mynd av okkum øllum, men tá ið eg vaknaði slapp eg at royna reiggjuna hjá Herbert, tað var mega kul, hopi at mamma og babba fara at geva mær eina sovorðna :)


torsdag den 15. januar 2009

Nýtt ljóð frá Rannvá

Í seinastuni havi eg funnið útav at gera eitt nýtt ljóð, sum mamma og babba halda verða so øðiligani fitt. Í kvøld snýttu tey meg og fingu tikið ein lítlan filmstubba av mær.

onsdag den 14. januar 2009

Jól 2008

Hey, nú vil eg bara vísa tykkum tveir teir yngstu mammubeiggjarnar hjá mær, teir eita Janus og Trygvi. Janus býr í Ìslandi, hann var komin heim til jóla.

Trygvi og eg

Eg og Janus

Hey tit øll, nú var langt síðan síðst!

Hey øll somul, ja nú veit eg næstan hvørji tit øll eru, sum hyggja inn her :)
So eru vit aftur í Keypmannahavn, her er heldur ikki so galið. Men, sum tað var deiligt at vera í Føroyum, altíð onkur at hava meg, ommur og abbi og øll hini, tað var sooo deiligt!
Her niðri hava mamma og eg hava longu gingið nógvar túrar, verið við Ró, Arndis og Siggu gummu inni á strøget.
Vit hava eisini verið og svomið aftur, tað var ordiliga skeg, hesu ferð kavaði eg ikki minni enn 6 ferðir :)
Annars hugna vit okkum bara, eg liggi á spæliteppinum og venji og venji, men eg eri bara ikki komin á búkin enn, tað er nokkso irriterandi! Hopi at tað verður skjótt, tað er so strævið ikki at røkka eftir leikunum.
Nú fer ikki at ganga so leingi til eg skrivi aftur :)