fredag den 31. oktober 2008

Endiliga :)

Hey, nú er langt síðan seinast! Mamma hevur verið sjúk, so tað heila er eitt sindur afturúr. Men sum tit síggja so var Rúna og vitjaði meg nú ein dagin hon var í Kbh, Sigga gumma var eisini her :)
Í gjár skuldi eg aftur til lækna, tá skuldi eg hava 3 mdr prik, men eg var ordiliga røsk, men sum eg var heit í gjár, ikki vita sovorið! Nú mugu mamma og babba fara at taka nakrar myndir av mær og leggja tær út her. Í morgin fara vit í føðingardag í Malmø, fyrstu ferð at eg fari til eitt annað land :)

onsdag den 22. oktober 2008

Mánadagin var eg so og klipti tungubandið, tað var einki stuttligt, men vónandi hjálpur tað. Mamma og babba komu so fitt við mær, men knappliga tók ein, sum eg trúði var ein fittur læknaskrivari meg og læknin hugdi í munnin, segið ov stamt og so klipti hon bara uttan víðari, eg bleiv mest rasandi inn á hana sum helt mær, eg skríggjaði eisini eftir henni aftaná, men hon bleiv við at vera blíð við meg, so eg mátti bara smílast til hana, men tað var nú eisini skeg, hvussu eg knappiliga kundi røra tungina :) Aftaná fóru vit til Sundhedsplejerskuna, har sum nógvar mammur og børn møtast at viga børnini. Eg vigaði bara 4950 og var 57, so tey siga at eg framvegis ikki eri meira enn ein stórur føroyskur nýføðingur, hopi at tað hjálpur at tungbandið er klipt! Men altso, eg veit ikki hví tey tosa so nógv um tað, tí eg havi tað gott og trívist væl, eg dugi alt møguligt! Eg liggi á búkinum og rulli á ryggin, koyri alla hondina í munnin og spæli og langi eftir leikunum tá eg liggi á teppinum og so tosi eg og aftaná at tungubandið er klipt kann eg siga alt møguligt :)

søndag den 19. oktober 2008

Í dag vóru mamma, babba og eg og svumu, tað er ordiliga skeg, tað var aðru ferð eg var og í dag stoytti babba vatn úr eini vatnkannu á meg, meðan hann segði 123 dyk, so eg skal vita at eg skal halda ondini. Aftaná var eg nakað so móð og svav leingi og aftur á babba seinni á sofuni, tað er so deiligt :) Men eg orki eisini at spæla og tosa við bamsuna hjá mær, hon eitur Cheburashka - tað dugi eg ikki at siga enn :)



onsdag den 15. oktober 2008

Ommudidd og Maria á vitjan :)

Ommudidd og Maria hava verið og vitja meg í tríggjar dagar, tað hevur verið so hugnaligt. Vit hava trillað og Maria hevur spælt við meg, so nú dugi eg so væl at rætta út eftir leikunum sum hanga yvir mær á teppinum. Eg eri eisini farin at taka ljóðini uppaftur, sum mamma og babba siga, tey halda at eg dugi at siga alt møguligt annað enn agø og so blíva tey so forlipt, tað er ordiliga skeg at tosa við tey :) Í morgin fara mamma og eg við Kristian Martin og Hallgerð mammu hansara til babysvimjing, eg gleði meg :)






søndag den 12. oktober 2008

Mítt vakra kamar :)

Er tað ikki vakurt og hugnaligt? Ì dag vóru mamma og eg vóru úti og trillaðu meðan babba arbeiddi og Elsibeth gumma var í Ikea, men tá vit komu heim aftur rokaðust babba og gumma so øgiligt, mamma helt at babba hevði brotið okkurt, sum hann smekkaði kamars hurðina aftur tá vit komu inn, men tá hevði gumma keypt hesa flottu songina úti í Ikea og tey vóru í holt vit at fáa hana saman, men tað var kanska líka gott at vit komu inn, tí so kundu gumma og baby í búkinum taka tað róligt og mamma kundi taka yvir. Sum tit síggja trívist eg longu væl í míni egnu song :)


fredag den 10. oktober 2008

Eg eiti Rannvá :)

Hey, hey vita tit hvat :) nú hava mamma og babba sagt mær hvussu eg eiti, Rannvá :) Líka sum omma Oman Hoydalar. Endiliga! eg var eisini blivin troytt av at hoyra tey siga diddan, frella, skrebla og alt tað tey hava funnið uppá at kalla meg. Her siti eg við Siggu, sum skal vera gumma mín, hon kom við blomstrum til mín í dag:)

torsdag den 9. oktober 2008

Vinkonan á vitjan

Ì dag var vinkonan hjá mær og vitjaði meg, mamma hennara Arndis, sum er vinkona hjá mammu var við, tær fingu sær drekkamunn, meðan vit lógu so fittar á mínum spæliteppi. Vit duga ordiliga væl at spæla saman :)

fredag den 3. oktober 2008

Hesar myndirnar mátti mamma taka hin dagin tá Gekkurin var so høgur, tá vóru vit yviri hjá Arndis, Carl og didduni. Babba og Carl høvdu fingið gekkar sendandi og spældu við gjøgnum skype. Vit fingu eisini døgurða og alt møguligt annað gott :)