torsdag den 27. november 2008

Í dag hava mamma og babba verið og keypt mær eitt sovorið løgið, sum tey ætla at bera meg í, haldi at tað eitur ein beriseli, tað er fínt nokk at vera í tí. Eg sovnaði meðan mamma hevði meg í tí, og nú í kvøld setti babba seg at nørdast við mær í selanum, so fekk hann báðar hendir fríðar og fekk nógv frá hondini:) Tað helt mamma sá í so skeg út, so hon leyp eftir myndatólinum og tók eina mynd:)
Síggja vit ikki stuttlig út :) ?

tirsdag den 25. november 2008

So var babysvimjing aftur og eg eri 4 mánaðir :)

Í gjár kom babba við at svimja, tað var so deiligt at hann kom við, men tað var fyri tað mesta eg sum svam. Babba hevði lánt undirvatns myndatólið hjá gummu við at svimja, so hann tók myndir allatíðina. Babba tók eisini uppá video, hann fer kanska at gera ein film burturúr tí og leggja hann her :)



søndag den 23. november 2008

Nú var langt síðan seinast!

Hey tit øll:) tað er ikki tí, at vit ikki vita nakað at skriva um, at tað ikki hendur nakað her á blogginum, heldur hinvegin:)
Men nú stendur betri til, eg eri farin at fáa allomin á fløsku, hitt bar ikki til meira eg var so ill og lítil, tí eg ikki bleiv mett og mamma og babbba mundu mist pippi, men nú siga tey seg hava fingið gomlu Rannvá aftur og so vigi eg eisini knappliga 5450 gr :) Annars hevði eg einki serligt tikið uppá í 8 vikur, so tað hevur verið strævið í seinastuni!
Men annars ganga vit bara og hugna okkum, eg verið tikin við allastaðnið, nú er eisini so deiliga lætt við fløsku. Vit ganga í tveimum mammubólkum, men mamma gloymur altíð at taka myndatólið við, eg má heldur fara at minna hana á tað! Og so fara vit at svimja aftur týsdagin, tá kemur babba kanska við :)

Eri eg ikki blivin stór?

Babba royndi at taka eina mynd, sum tit síggja at eygna farvan er broytt :)

Heilsusysturin var og vigaði meg, 5450 gr :)



Hetta var áðrenn eg var byrja uppá Allomin, Ingrid var og spældi við meg, mamma og pápi hennara eita Siborg og Janus, hon er 5 vikur yngri enn eg og tá var hon størri eg eg :(

tirsdag den 11. november 2008

Babysvimjing :)

So var babysvimjing aftur á skránni :) Tað er so skeg at svimja, omma var við og tók myndir.
Í dag kavaðu vit eisini 2 ferðir, tað dugi eg ordiliga væl. Vit læra at man skal svimja inn móti kantinum, um man skal bjarga sær, tað gera vit á búkinum og svimja frá aftur á rygginum. Har eru eisini nøkur onnur børn, sum svimja saman við mær runt í hylinum. Hyggi at myndunum niðanfyri :)






fredag den 7. november 2008

Omma á Berjabrekku er komin at vitja meg :)


Eru vit ikki fittar? Omma og eg :)
Omma er akkurát komin í kvøld, eg havi verið so blíð við hana og smílst so fitt!
Vit fara at hugna okkum ordiliga nógv, hon hevur longu balla meg einaferð, tað er so deiligt.
Eg leggi okkurt út seinni meðan omma er her, vit fara sikkurt at gera okkurt spennandi, sum eg kann vísa tykkum :)

tirsdag den 4. november 2008

Svomið, mammubólk og bindiklubb við mammu


(fingið myndina av blogginum hjá Gabriel)
Her liggja vit øll so fitt, frá vinstru, Kristian Martin, Ró, eg(Rannvá), Gabriel og Aron,vit vóru øll í mammubólk heima hjá Kristian Martin í dag, mamma hansara Hallgerð hevði gjørt so lekran mat til mammurnar og tað var gott, tí eg og mamma vóru og svumu áðrenn, so mamma og var svong :)
Tað var fyrstu ferð at vit vóru til hold svimjing í dag, tað var ordiliga skeg! eg kavaði ikki minni enn 2 ferðir, vit sungu og svumu í ring, eg helt tað verða ordiliga spennandi :)

Í kvøld bleiv eg so sleipa við í bindiklubb, tað er heilt ok, allar konurnar í bindiklubbanum vildu sleppa at halda mær og eg var tað einasta barnið, sum møtti upp so tað var ikki so galið ;)

Nú áðrenn vit leggja okkum í kvøld ætla mamma og babba at eg skal hava allomin, tí hin dagin tá eg skuldi vigast vigaði eg bara 5000gr og tað er alt ov lítið og mamma og babba halda at eg eri nakað svong tá eg skal sova, rætt hava tey, eg royni og royni at súgva frá mammu, men seriøst eg fái ikki meira út, men eg eg fekk ein smaksprøva av allomin í kvøld og eg má erlitalt siga at tað gagnaist mær ikki væl, so eg hopi at tað verður betri í kvøld! :)

søndag den 2. november 2008


Sum dagurin í gjár var spennandi :) hann byrjaði við at babba skundaði sær upp at skifta tendripropparnar til bilin og so pakkaðu vit alt saman og fóru avstað yvir um oyrasund til oxie(bilurin riggaði faktisk yviraskandi væl) í føðingardag hjá Emiliu, har vóru so nógv fólk og eg svav bara allíkavæl:) Men seinni vaknaði eg og fekk alt við, øll hildu meg vera so fitta :) Men eg veit ikki hvussu tað verður hjá mammu nú, babba fer at meyla nakað nógv um at flyta til Malmø, men eg haldi ikki at mamma er ordiliga við uppá tað! Tá vit skuldu fara avstað, ringdi mammubeiggi og vit avtalaðu at hann og Durita skuldu koma til okkum at eta døgurða, tað var so hugnaligt:) Eri eg annars ikki blivin stór nú? Eg skal vigast í morgin, tað verður so spennandi eg hopi at eg vigi 5300g!