mandag den 29. december 2008

2. jóladag varð eg doypt í Hoyvíkar kirkju

Tað var ein sera hugnaligur dagur. Øll í familjuni høvdu stákast uppá lívið, so mamma og babba hava ikki havt tíð at lagt nakað annað út her á bloggin.
Eftir guðstænastuna fóru eg, mamma og babba til gongu oman til ommu oman Hoydalar, sum eisini eitur Rannvá, at eta døgurða saman við familju og gummu og gubbum.








onsdag den 17. december 2008

Vitjan frá California

Egil pápabeiggi og Nora komu til okkum mánadagin og vóru her í 2 dagar, tað var so hugnaligt, sum tit síggja vóru vit í Tivoli.
Leygardagin fari eg endiliga eisini til Føroyar, vit gleða okkum øll trý nakað so nógv!





Nora, Pætur, Egil og Fríða





Egil, Rannvá og Nora

lørdag den 13. december 2008

onsdag den 10. december 2008

Eg eigi føtur og tær :)

Hey tit:) Vita tit hvat, í gjárkvøldið tá vit fóru í song fann eg útav at eg eigi føtur og tær, tað var virkuliga skeg at finna útav. Nú veit eg hvussu long eg eri, oman til føturnar, har tær steðga :) Tað var faktiskt soleiðis, at eg hevði ilt i búkinum og mamma royndi at hjálpa mær við at fáa beinini móti høvdinum, tað hjálpur, tá legði knappliga merki til at tað var nakað áhugavert at halda um niðast á beinunum :)


søndag den 7. december 2008

Í Fields og jólashoppa :)

Hesa myndina tók Sigga úti í Fields nú ein dagin. Tá mammurnar ganga og shoppa so leingi er gott at hava berisela :) Tað endaði eisini við at bæði Ró og eg komu upp at hanga :) Eru vit ikki fittar :)

lørdag den 6. december 2008

Aftur mammubólkur :)

Hesuferð vóru vit heima hjá Gabriel, tað var so stuttligt og mamma hansara hevði gjørt bollar og vaflur til mammurnar. Nú eru fleiri av børnunum í mammubólkinum farin at eta greyta, so skjótt fáa vit kanska eisini okkurt :)
Eg var framvegis minst, men eg byrji at hála meg inn á hini :)

Frá vinstru: Turið, Herbert, Hallgerð, Kristian Martin, Arndis, Ró, mamma, eg, Eva og Gabriel.

Eyguni vóru full við blitzi, tríggjar mammur takar myndir av okkum.

Her ligga vit so so fitt ;) Frá vinstru: Herbert, Kristian Martin, Ró, eg og Gabriel, vit liggja eftir aldri :)

tirsdag den 2. december 2008

5700 gr og 61,5 cm :)

Nú var heilsusysturin aftur og vigaði meg, eg vigaði heili 5700 g og var 61,5 cm long, so eg má bara ásanna at Allomin tað riggar! :) Tíbetur, nú hevði eg eisini verið svong í langa tíð. Heilsusysturin helt at mamma og babba skuldu bíða við at geva mær greyt ella grønmeti, tí at nú eri eg so kortsíðani byrja uppá Allomin, so kann man fáa ilt í búkin, um ov nógv hendir í senn. Eg var annars ein gella tá heilsusysturin vigaði meg, eg pissaði i sofuna ;) hihi, hyggg at myndini ;)

Annars finna vit uppá alt møguligt spennandi, vit hava verið í Malmø í sunnudagin, tað var so hugnaligt, eg bara svav í vogninum, át og so slapp eg upp í beriselan viðhvørt, so eg eisini slapp at síggja okkurt, men har sovnaði eg bara:)

Í gjár vóru eg, mamma, Ró og mamma hennara og vitjaðu Herbert og tey, bilurin er annars farin til skrottingar, men babba hevur havt firmabilin, hann er so stórur, so Ró og eg kunnu sagtans báðar sita í autostólunum aftanfyri í honum :)

Men mamma og babba gloyma so illa at taka myndatólið fram, so tit sleppa bara at síggja hesar myndirnar :)