tirsdag den 30. juni 2009

Svansibobb fann sjokulátu

umm, umm í gjár var eg heldig, eg náddi at taka mær eina konfekt meðan eingin sá og tað var lekkurt! :)


Ordiliga fín sjokuláta sum babba hevði keypt heim úr Sveits

Babba kom heim við bamsu :)

Í síðstu viku var babba uttanlanda við arbeiðinum, tá hann kom aftur fekk eg eina minnie mouse bamsu, hon var so fitt, eg bleiv faktiskt ordiliga glað, tað halda mamma og babba vera fyrstu ferð at eg havi víst at eg var glað fyri nakað eg havi fingið, so tað verður nakað skeg at fylla um ein mánað :)



Sovið hjá Ró :)

Í vikuskiftinum var eg heima hjá Ró ov svav, so mamma og babba sluppu ein túr út. Tað var ordiliga stuttligt, men í byrjanini vildi eg ikki leggja meg, men til síðst fekk Arndis yvirtalað meg til at leggja meg :) Eg vaknaði tíðliga, tað gjørdi Ró eisini so tað passaði so væl, so fóru vit í bað ordiliga skeg :) So aftur at sova, tá var eg móð, og so vupsi komu mamma og babba eitt sindur aftaná at eg var vaknað :)

Hetta er skeg
nógv at spæla við

Tá mamma og babba komu fóru vit at grilla :)

Omma og langomma á vitjan hjá ommusysti í Esbjerg

langur koyritúrur
endiliga slapp eg at síggja ommu aftur! :)
so beint at spæla
úti og spæli :)
vit øll heima hjá mostur
Maria og eg
dugi at fara upp at standa :)
nái akkurát ikki

eg og langomma

Lagersalg

Í næst síðstu viku fóru Ró, Ingrid, eg og mammurnar sjálvandi ein langan útflugt á lagersalg í Skovlunde at keypa klæðir til okkum :)
Tað var heilt vilt har vóru nógvar mammur! Alt lagrið var ein long kø, eg grulvaði runt og royndi at sleppa niður í erskjurnar, tað var nokkso skeg, men so sluppu vit lítlu út meðan mammurnar skiftust um at standa í kø, leingi!
eru steðgaðat at eta, eg sovi

vit tríggjar í tokinum

tirsdag den 16. juni 2009

Einsamøll heima við mamba



Í kvøld havi eg verið eisamøll inni við mamba. Babba var seint til arbeiðis og mamma fór út í Hvidovre Hospital at vitja gummusa fittu beiggjar. Tað gekk fínt at vera einsamøll við mamba í fyrstani, vit spældu og tvætlaðu, men so knappliga, tá mamma hevði verið vekk í eina góða løtu, fór eg at lippast á gólvinum, tá tímdi eg ikki at spæla við mamba meira og vildi bara hava mammu aftur, men hon kom ikki og so skar eg út í grát!!!
Eg græt og græt og einki hjálpti, til síðst mátti mamba ringja til mammu, hon bað hann geva mær sukur á suttina og so sovnaði eg í favninum hjá mamba :)
Í síðstu viku fóru mamma og eg at vitja eina aðra Ingrid, hon er javngomul við meg, mamma og Siborg mamma Ingrid ganga í sjúkrasystraskúla saman.
Ingrid átti so nógvar spennandi leikur og Siborg hevði gjørt bollar, so vit ordiliga hugnaðu okkum.
eg røkki upp til Ingrid :)


Eg havi gott av at koma út at spæla við børn, tí eg eri ein lítil gella :)

mandag den 15. juni 2009

Ferðast hjá Ingrið í Århus

Í vikuskiftinum vóru vit í Århus og ferðaust hjá Ingrið, Beinir og Guðrun. Tað var so hugnaligt! Vit báðar spældu og vóru á spæliplássinum og reiggjaðu. Vit fingu eisini so nógv lekkurt at eta, sjálvt eg át nógv:)
Vit fara aftur at vitja Ingrið tá hon fyllir 2 ár 5.juli, vit gleða okkum longu, tá verður Rannvá omma eisini har :)
Umborð á bátinum millum Sjællands Odde og Århus var eitt spælirúm :)
Fríggjakvøldið, júst komin fram
Beinir og Guðrun
Guðrun og Ingrið við spæliplássið
Ingrið gyngar
Eg reiggi, henda reiggja var góð :)
Ingrið reiggjar
Guðrun og eg
mamma og Ingrið heinta summardáir

Ingrið og eg á scootaranum hjá Ingrið, eg slapp eisini at royna hann :)

torsdag den 11. juni 2009

So kom fyrsta frammtonnin í yvirmunninum;)

Mamma og babba hava bara følt at har er ein tonn við at koma niður, man sær hana ikki enn. Eg havi eisini verið eitt sindur eyka grenjut í seinastuni og tími ikki at sova, mamma og babba hopa at tað er tí at eg fái tenn. Eg slevi eisini so øgiliga illa og má skifta blusu fleiri ferðir um dagin. So tað er helst ikki annað, enn tenn sum gera um seg ;)

onsdag den 10. juni 2009

Fitta gellan

Eg tuski runt um alla íbúðina og spæli, eina løtu standi eg uppi og eina aðra havi eg tikið mær allar leikurnar út í gongina og spæli og óruddi alt til ;)






Gumma og Sonni fingið tvillingar :)

Tá gestirnir fóru mánakvøldið ringji gumma til mammu og segði at kúllarnir vóru komnir í verðina:)
Bara mamma hevur sað teir, tí eg sleppi ikki at síggja teir fyrr enn teir koma heim. Mamma sigur at teir eru so øgiliga fittir :)
Teir eru slett ikki so nógv yngri enn eg, so vit fara heilt sikkurt at spæla saman :)

gestir :)

Sunnudagin komu Bjørg gumma, Dánjal Eyðun og Mathias at vitja meg, eg var so heldig, tí gumma hevði bundi mær heili tvinnar troyggjur ;)
Mathias, Dánjal Eyðun og eg ;)


Mánadagin komu Beinta syskinabarn mammu, Havstein, Dina og Lassi til døgurða, tað var ordiliga hugnaligt, tey hava búð í Tansania í tvey ár, tað var fyrstu ferð at eg sá tey.

Dina og Lassi duga so væl at spæla, tey bygdu mítt spæli teppi um til eitt hús...

torsdag den 4. juni 2009

Á njósnaraferð

Fyri tíðina eru leikur ikki tað eg spæli mest við, nógv annað inni hjá okkum eri so nógv meiri spennandi! :)
Eg leiti runt um alla íbúðina, um tað ikki er okkurt eg kann pilka við, í gjár fór eg út í gongini og hugdi undir teppi, um okkurt ikki var at finna har, tá mátti mamma flenna
Rulliborðið hevur verið spennandi í nakrar dagar