fredag den 27. februar 2009

Abbi vitjar okkum :)



Abbi er hjá okkum, tað er so skeg at hava hann á vitjan, hann finnur uppá alt møguligt. Tað stuttligasta er tá hann letur meg taka brillurnar, tær eru sooo spennandi :) Abbi flýgur aftur til Føroyar í dag, vónandi kemur hann aftur skjótt og tekur ommu og Trygva við :)

onsdag den 25. februar 2009

Í dag havi eg verið í tí danska mammubólkinum.
Vit vóru heima hjá Smilu, hon býr við Amager strand, men í dag var einki strandar veður. Vit hugnaðu okkum kortini óført, mamma át og í dag slapp eg eisini at eta meðan vit vóru í mammubólki, eg fekk greyt og seinni fløsku ;)
Vit eru seks børn í danska mammmubólkinum og síggjast umleið 3. hvørja viku, so vit eru altíð broytt nógv síðan síðst vit sóðust. Í dag hevði eg eisini tikið meg nógv fram síðan síðst, eg dugi ordiliga væl at venda mær á gólvinum og at spæla við leikurnar :)

Her liggja vit øll. Frá vinstru: Noah, eg, Smila, Otto, Marie og Sigrid

Eg var nokkso troytt til síðst tá mamma tók myndir

mandag den 23. februar 2009

Mín fyrsta tonn :)

Í gjár kom fyrsta tonnin til sjóndar, men eingin hevur sað hana enn, tey eru bert sloppin at føla hana. Mamma hevur gott nokk eisini gingið og koyrt fingurin í munnin hjá mær allatíðina. Mamma helt meg hava verið eitt sindur annaðleiðs, so sum tey siga børn eru tá tey fáa tenn, so hon hevur hopa at tað var tað, sum var á vási og so var. Men eingin mynd er tikin enn, eg skal líka venja meg við tonna, áðrenn eg fari at vísa tykkum hana ;)

tirsdag den 17. februar 2009

í dag havi eg svomið, verið í mammubólk hjá Ró og vitja gummu heilt einsamølll :)

Dagurin í dag byrjaði við svimjing. Nú er ordiligt luksus, mamma koyrur meg við bili og so brúki eg mín egna autostól við inn í høllina :)
Aftaná svimjing stóð mammubólkur á skránni, tað var so stuttligt í dag, nú dugi eg nógv betri at spæla við hini børnini og nú liggja vit øll og spæla eftir øllum gólvinum! :)
Síðani fór eg heim til gummu, ímeðan slapp mamma at gera okkurt nyttu heima hjá okkum. Gummu roksaði hon ordiliga nógv fyri mær og klikti og klikti, úrslitið bleiv hasar fittu myndirnar av mær niðast á síðuni:) eri eg ikki fitt? ::)


Hesar báðar ovastu myndirnar eru tiknar heima hjá Ró í dag



Hesar báðar niðastu myndirnar hevur Sigga gumma tikið í dag, hon dugur so væl at taka myndir av mær :)

søndag den 15. februar 2009

Vitja Christian og Isabellu :)

Leygardagin vóru eg, mamma og babba ein deiligan túr við Fredensborg slot og hava har Christian og Isabella búgva.
Veðrið var ikki minni enn fantastikt, men øgiliga kalt! Aftanfyri slottið var ein flottur havi, sum var so ótrúliga stórur, har var eisini eitt vatn, sum somuleiðis var øgiliga stórt, eg haldi at tað var størri enn Leitisvatn og tað havi eg jú sæð ;)
Men eg sá altso als ikki Christian og Isabellu, tey vóru kanska ikki heima, so tað bleiv ikki til nakran mammubólk, hihi :)
Vit høvdu tó ein góðan og hugnaligan dag har úti :)


lørdag den 14. februar 2009

Gubbi á vitjan og x-factor í sjónvarpinum :)

Ikki tí, at tað er so langt síðan at Sámal gubbi var her síðst, men eg dugi ordiliga nógv nýtt:)
Eg rulli runt og fái fatur á speglinum og so spegli eg mær sjálvandi :)



Her lá eg og hugdi at x-factor, tað var so spenandi, at eg fekk ikki hugt upp tá tikið var ;)

tirsdag den 10. februar 2009

Sum flest av tykkum nokk vita, so halda mamma og babba at eg eti alt ov lítið og læknin sigur eisini at eg liggi niðast á vekt skalanum, men annars havi eg tað altso fínt!
Men mamman hjá skrivaranum, har sum babba arbeiður er phd í akupunktur og í dag hava mamma og eg verið á klinikkini hjá henni.
Hon lærdi mammu hvussu man kann massera børnum, fyri alt møguligt.
Mamma var mest áhuga í, hvussu hon fær meg at eta meira og tað vóru tað eisini ymisk støð at massera fyri at hjápa uppá tað. Men mamma lærdi eisini hvussu man kann massera fyri næstan alt, hosta, febur, maga trupuleikar o.a. so nú fara vit ordiliga í gongd at massera :)

Her vóru vit á veg heim, men mamma skundaði sær at taka eina mynd av mær og eini akupuntur dukku.

mandag den 9. februar 2009

Í dag hava vit verið og vitja Ró, tey eru flutt beint við fiskatorvið, so fóru vit sjálvandi har eisini. Men tað er fínt, tí nú sleppi eg at sita í vogninum og fáa alt við, sum hendir rundan um meg, og tá eg blívi troytt av tí, leggi eg meg bara niður at sova :)

Eftir túrin spældi eg á gólvinum, nú eri eg blivin nógv betri til at venda mær og annað á gólvinum :)

Henda myndin er tikin í tí nýggju íbúðini sum Ró og foreldur hennara eru flutt í, men tí verri vildi hon bert liggja á síðuni.

fredag den 6. februar 2009

Úti í Ikea:)

Vit vóru øll trý úti í Ikea í kvøld, mamma og babba fingu døgurða har úti og eg fekk greyt. Men eg slapp eisini at royna eitt sindur av eplum og sós frá mammu :)

Eru eg og babba ikki fitt:)

Mammubólk heima hjá okkum

So var mammubólkur aftur á skránni og vit vóru heima hjá okkum hesu ferð. Vit eru øll blivin so nógv raskari, bæði at eta og ligga á gólvinum og spæla, so vit liggja ikki endiliga á teppinum og spæla meira:)

Frá vinstru: Eg, Ró, Aron, Kristian Martin og Herbert.