tirsdag den 30. september 2008

Hey, Hey tit øll :)

Heilsusysturin vitjaði meg í dag, nú vigi eg 4650g og eri 57cm long, tað var nú ikki so nógv, men tá hugsað verður um hvussu lítil eg var, tá eg var fødd, so er tað ok. Annars segði hon, at eg var akkurát sum eg skuldi :)
Seinni kom abbi at vitja meg, tað var so deiligt at síggja hann aftur, men mamma tók onga mynd, men hann kemur aftur fríggjadagin, so tá koyri eg fleiri myndir inn :)
So komu Sámal mammubeiggi og Durita, og vita tit hvat tey høvdu við, henda flotta jakkan, eri eg ikki fín, mamma helt meg vera so fína at hon tók bara myndir av mær :)


Ingen kommentarer: