onsdag den 22. oktober 2008

Mánadagin var eg so og klipti tungubandið, tað var einki stuttligt, men vónandi hjálpur tað. Mamma og babba komu so fitt við mær, men knappliga tók ein, sum eg trúði var ein fittur læknaskrivari meg og læknin hugdi í munnin, segið ov stamt og so klipti hon bara uttan víðari, eg bleiv mest rasandi inn á hana sum helt mær, eg skríggjaði eisini eftir henni aftaná, men hon bleiv við at vera blíð við meg, so eg mátti bara smílast til hana, men tað var nú eisini skeg, hvussu eg knappiliga kundi røra tungina :) Aftaná fóru vit til Sundhedsplejerskuna, har sum nógvar mammur og børn møtast at viga børnini. Eg vigaði bara 4950 og var 57, so tey siga at eg framvegis ikki eri meira enn ein stórur føroyskur nýføðingur, hopi at tað hjálpur at tungbandið er klipt! Men altso, eg veit ikki hví tey tosa so nógv um tað, tí eg havi tað gott og trívist væl, eg dugi alt møguligt! Eg liggi á búkinum og rulli á ryggin, koyri alla hondina í munnin og spæli og langi eftir leikunum tá eg liggi á teppinum og so tosi eg og aftaná at tungubandið er klipt kann eg siga alt møguligt :)

1 kommentar:

Ingrid og lítli beiggi sagde ...

Á stakkalin, at fáa klipt tungubandið :( Men vónandi fer Rannvá at taka nógv uppá nú :) vit gleða okkum at síggja hana aftur. Heilsan vit á solbakken