tirsdag den 2. december 2008

5700 gr og 61,5 cm :)

Nú var heilsusysturin aftur og vigaði meg, eg vigaði heili 5700 g og var 61,5 cm long, so eg má bara ásanna at Allomin tað riggar! :) Tíbetur, nú hevði eg eisini verið svong í langa tíð. Heilsusysturin helt at mamma og babba skuldu bíða við at geva mær greyt ella grønmeti, tí at nú eri eg so kortsíðani byrja uppá Allomin, so kann man fáa ilt í búkin, um ov nógv hendir í senn. Eg var annars ein gella tá heilsusysturin vigaði meg, eg pissaði i sofuna ;) hihi, hyggg at myndini ;)

Annars finna vit uppá alt møguligt spennandi, vit hava verið í Malmø í sunnudagin, tað var so hugnaligt, eg bara svav í vogninum, át og so slapp eg upp í beriselan viðhvørt, so eg eisini slapp at síggja okkurt, men har sovnaði eg bara:)

Í gjár vóru eg, mamma, Ró og mamma hennara og vitjaðu Herbert og tey, bilurin er annars farin til skrottingar, men babba hevur havt firmabilin, hann er so stórur, so Ró og eg kunnu sagtans báðar sita í autostólunum aftanfyri í honum :)

Men mamma og babba gloyma so illa at taka myndatólið fram, so tit sleppa bara at síggja hesar myndirnar :)


Ingen kommentarer: