tirsdag den 16. juni 2009

Einsamøll heima við mamba



Í kvøld havi eg verið eisamøll inni við mamba. Babba var seint til arbeiðis og mamma fór út í Hvidovre Hospital at vitja gummusa fittu beiggjar. Tað gekk fínt at vera einsamøll við mamba í fyrstani, vit spældu og tvætlaðu, men so knappliga, tá mamma hevði verið vekk í eina góða løtu, fór eg at lippast á gólvinum, tá tímdi eg ikki at spæla við mamba meira og vildi bara hava mammu aftur, men hon kom ikki og so skar eg út í grát!!!
Eg græt og græt og einki hjálpti, til síðst mátti mamba ringja til mammu, hon bað hann geva mær sukur á suttina og so sovnaði eg í favninum hjá mamba :)

Ingen kommentarer: