torsdag den 29. oktober 2009
søndag den 25. oktober 2009
lørdag den 24. oktober 2009
onsdag den 21. oktober 2009
sjúk :(
Nú havi eg verið sjúk í 5 dagar, við feburi, fekk mfr vaccinuna mánadagin í síðstu viku, so tað er helst tí. Eg havi einki orka, so slett ikki at eta. Nú hopa mamma og babba at eg skjótt havi tað betur og sleppi í vøggustovu...
søndag den 11. oktober 2009
lørdag den 10. oktober 2009
Mammubólk í bóndagarðinum :)
Í dag var mammubólkur aftur á skránni. Nú var nakað síðan seinast, so mamma Kristian Martin helt, at vit skuldu fara at vitja bóndagarðin í Remiseparken. Tað var so hugnaligt, mamma Kristian Martin hevði tikið bollar, kaku og kaffi við, so lekkurt! Men eg svav mest sum alt vekk :( Náddi tó akkurát at eta og síggja hønurnar, tá vóru øll hini djórini, koyrd inn og tey stongdu fyri í dag, so mamma og babba mugu koma við mær ein annan dag, men tað var hugnalig allíkavæl.

onsdag den 7. oktober 2009
Heima hjá Ró
Baby minnir :)
Beiggjarnir hjá gummu
Abbi á vitjan
mandag den 5. oktober 2009
Nýggjan autostól og biltúr til Herbert :)
Í síðstu viku fekk eg nýggjan autostól, hann skuldi sjálvandi roynast, tað er ordiliga cool ikki at sita sum eitt babby meira!
Vit koyrdu út at vitja Herbert, har var stuttligt at vitja. Mamma Herbert hevði gjørt pannukøkur og so fekk eg bláber, tað elski eg og eg gavst ikki fyrr enn øll vóru uppi.
Vit spældu eisini í Herbert´sa flotta kamari, tað var so skeg! :)

torsdag den 1. oktober 2009
Abonner på:
Opslag (Atom)