lørdag den 10. oktober 2009

Mammubólk í bóndagarðinum :)

Í dag var mammubólkur aftur á skránni. Nú var nakað síðan seinast, so mamma Kristian Martin helt, at vit skuldu fara at vitja bóndagarðin í Remiseparken. Tað var so hugnaligt, mamma Kristian Martin hevði tikið bollar, kaku og kaffi við, so lekkurt! Men eg svav mest sum alt vekk :( Náddi tó akkurát at eta og síggja hønurnar, tá vóru øll hini djórini, koyrd inn og tey stongdu fyri í dag, so mamma og babba mugu koma við mær ein annan dag, men tað var hugnalig allíkavæl.
So hugnaligt hava hønurnar tað

Eg vildi als ikki hyggja uppá myndatólið, hønurnar vóru alt ov spennnandi! :)
Ró og Arndis
Turið, Kristian Martin og Hallgerð, Herbert var so upptikin og kom ikki á nakra mynd

Ró, Turið, Hallgerð, Arndis og gumma við beiggjunum í vogninum :)

Ingen kommentarer: