torsdag den 27. november 2008

Í dag hava mamma og babba verið og keypt mær eitt sovorið løgið, sum tey ætla at bera meg í, haldi at tað eitur ein beriseli, tað er fínt nokk at vera í tí. Eg sovnaði meðan mamma hevði meg í tí, og nú í kvøld setti babba seg at nørdast við mær í selanum, so fekk hann báðar hendir fríðar og fekk nógv frá hondini:) Tað helt mamma sá í so skeg út, so hon leyp eftir myndatólinum og tók eina mynd:)
Síggja vit ikki stuttlig út :) ?

Ingen kommentarer: