onsdag den 21. januar 2009

Eg reiggi :)

Í dag hava vit verið úti í Herlev hjá Herbert í mammubólk, tað var ein ordans útferð, vit tóku metro, tok og buss og so trillaðu vit eisini áðrenn vit komu fram.
Meðan vit vóru har svav eg úti í havanum í vogninum, meðan mamma og hini ótu lekran mat, sum Turið, mamma Herbert hevði gjørt. Av tí at eg svav, bleiv tað ikki til nakra mynd av okkum øllum, men tá ið eg vaknaði slapp eg at royna reiggjuna hjá Herbert, tað var mega kul, hopi at mamma og babba fara at geva mær eina sovorðna :)


1 kommentar:

Elsibeth sagde ...

Endiliga kann eg gera viðmerkingar til tykkara myndir :)

Dekan Rannvá er stór og røsk at reiggja. Muss og klemm frá gummu!