onsdag den 14. januar 2009

Hey tit øll, nú var langt síðan síðst!

Hey øll somul, ja nú veit eg næstan hvørji tit øll eru, sum hyggja inn her :)
So eru vit aftur í Keypmannahavn, her er heldur ikki so galið. Men, sum tað var deiligt at vera í Føroyum, altíð onkur at hava meg, ommur og abbi og øll hini, tað var sooo deiligt!
Her niðri hava mamma og eg hava longu gingið nógvar túrar, verið við Ró, Arndis og Siggu gummu inni á strøget.
Vit hava eisini verið og svomið aftur, tað var ordiliga skeg, hesu ferð kavaði eg ikki minni enn 6 ferðir :)
Annars hugna vit okkum bara, eg liggi á spæliteppinum og venji og venji, men eg eri bara ikki komin á búkin enn, tað er nokkso irriterandi! Hopi at tað verður skjótt, tað er so strævið ikki at røkka eftir leikunum.
Nú fer ikki at ganga so leingi til eg skrivi aftur :)

Ingen kommentarer: