onsdag den 25. februar 2009

Í dag havi eg verið í tí danska mammubólkinum.
Vit vóru heima hjá Smilu, hon býr við Amager strand, men í dag var einki strandar veður. Vit hugnaðu okkum kortini óført, mamma át og í dag slapp eg eisini at eta meðan vit vóru í mammubólki, eg fekk greyt og seinni fløsku ;)
Vit eru seks børn í danska mammmubólkinum og síggjast umleið 3. hvørja viku, so vit eru altíð broytt nógv síðan síðst vit sóðust. Í dag hevði eg eisini tikið meg nógv fram síðan síðst, eg dugi ordiliga væl at venda mær á gólvinum og at spæla við leikurnar :)

Her liggja vit øll. Frá vinstru: Noah, eg, Smila, Otto, Marie og Sigrid

Eg var nokkso troytt til síðst tá mamma tók myndir

Ingen kommentarer: