mandag den 23. februar 2009

Mín fyrsta tonn :)

Í gjár kom fyrsta tonnin til sjóndar, men eingin hevur sað hana enn, tey eru bert sloppin at føla hana. Mamma hevur gott nokk eisini gingið og koyrt fingurin í munnin hjá mær allatíðina. Mamma helt meg hava verið eitt sindur annaðleiðs, so sum tey siga børn eru tá tey fáa tenn, so hon hevur hopa at tað var tað, sum var á vási og so var. Men eingin mynd er tikin enn, eg skal líka venja meg við tonna, áðrenn eg fari at vísa tykkum hana ;)

Ingen kommentarer: