mandag den 23. marts 2009

Í dag vóru vit so á Hvidovre Hospital, tað var av fínasta slag. Tey høvdu ordiliga nógv leikutøj :) Eg helt serliga eina rossamuu vera so fitta :)
Eg bleiv kanna av læknanum, hon koyrdi eitt sovorið kalt á búkin, men hon var so fitt at hita tað áðrenn, og so bleiv eg viga og máta sjálvandi.
Tey søgdu at vektin hjá mær og hæddin fylgjast væl, men at eg eri bara ov lítli. So vit skulu aftur til tey í nakrar dagar 14. apríl, so eg kann vísa teimum hvussu eg eri og hvussu nógv eg eti :)

Annars dugi eg eitt sindur betri at sita nú :) Hyggi bara, eg stytti mær við hondini :)

Ingen kommentarer: