fredag den 20. marts 2009

So var langt síðan síðst!

Hey, hey tit øll :)
Mamma hevur slett ikki vilja hjálpt mær við á koyra nakað út her í seinastuni!
Men tað er kanska tí, at babba hevur verið í Italia og vit hava verið einsamallar heima.
Samstundis havi eg fingið eina tonn afturat, so eg havi kanska verið eyka grenjut!
Men vit hava gjørt tað vit plaga, verið og svomið, í mammubólk og alt hatta har...
Men nakað sum er ordiliga økt í seinastuni er alt feitti og fløtin, sum mamma og babba kroysta í meg! Tey koyra tað í alt! Og nú eru tey eisini fara at geva mær alt, bara eg vil hava tað :) kuuul! lekkurt! ;)
Teir seinastu 2 mánaðarnar, hava tað verið heili 30 dagar har eg sletti ikki havi tikið uppá, so mamma og babba hugsa ikki um annað enn at eg skal taka uppá! Og tað hevur kanska hjálpt, tí í gjár var heilsusjúkrasysturin her, og eg hevði allíkavæl tikið 600gr uppá teir seinastu 2 mánaðirnar, so tað er ikki so galið, men eg havi gott nokk eisini eti feitan mat! Men eg skal á Børne amb á Hvidovre Hosp. 23. mars til kanningar, tí hvørki læknin ella heilsusysturin halda tað vera heilt í lagi, og mamma og babba vilja ordiliga, gjarna at onkur sigur teimum hvat tey skulu gera!
Men eg eri ordiliga røsk til alt annað :) Men eg hopi at eg skjótt dugi at grulva og sita, tað hevið verið ordiliga kuul! :)

Eg spæli, Maria hevur gjørt mær apuna :)

Mitt í rokanum :)

Babba júst komin heim úr Italia, við flottum jakka til mín :)
Kanska fari eg í hann í brúdleyp í Ialia á páskum :)

Heilsusjúkrasysturin vigar meg, spennandi :)

Ingen kommentarer: