Men eg eri ikki líka løtt at leggja at sova longur, tí nú tími eg ikki at vera liggjandi á rygginum, líka sum mamma og babba leggja meg, tí eg dugi væl at fara runt um alla songina:)

Soleiðis legði eg meg at sova í gjár, tá helt mamma, at babba mátti fara at koyra botnin longur niður, tí eg grulvi runt til eg eri so troytt, at eg sovni, og so helt mamma eisini, at eg dugdi eitt sindur ov væl at tuga meg upp.


Og í gjárkvøldið, tá ið eg fór í bað, dugdi eg knappliga at sita sjálv og spæla, tað var so skeg, tað havi eg ikki klára fyrr :)

So koyrdi babba botnin niður, so mátti eg grulva her niðri...





Eri eg ikki røsk :)