tirsdag den 7. april 2009

Á veg til Italia, arrivederci :)

Mamma og babba ætla bestemt at tað fer at vera sól, í gjár fekk eg hesar fínu sólbrillurnar :)


Nú fara vit hvørja løtu, eg liggi og sovi beint nú, meðan mamma og babba rokast við at fáa alt klárt. Tey rokaðust eisini í gjárskvøldið og næstan heilt til á nátt, men eg havi ikki lagt merkið til nakað :)
Vit flúgva til Milano í dag og koyra so til Rimini, har skulu vit búgva á hotelli. Í morgin fara vit til San Marino ein túr, tað er á vegnum, og síðan fara vit á møta øllum brúdleyps gestunum har vit skulu búgva til sunnudagin, tá vit koma aftur til Danmarkar. Tað veður ordiliga spennandi, tí eg havi ikki ordiliga merkt nakað til, at vit skulu ferðast enn :)

Ingen kommentarer: