torsdag den 30. april 2009

Eg eri so røsk :)

Knappliga dugi eg alt møguligt, eg klári at veiggja aftur og framm á øllum fýra og at sita sjálv. Sjálvt um eg ikki eri komin heilt upp at grulva enn, klári eg at bevega meg runt um alla íbúðina og tá finni eg alt møguligt :)
Men eg eri ikki líka løtt at leggja at sova longur, tí nú tími eg ikki at vera liggjandi á rygginum, líka sum mamma og babba leggja meg, tí eg dugi væl at fara runt um alla songina:)

Soleiðis legði eg meg at sova í gjár, tá helt mamma, at babba mátti fara at koyra botnin longur niður, tí eg grulvi runt til eg eri so troytt, at eg sovni, og so helt mamma eisini, at eg dugdi eitt sindur ov væl at tuga meg upp.


Og í gjárkvøldið, tá ið eg fór í bað, dugdi eg knappliga at sita sjálv og spæla, tað var so skeg, tað havi eg ikki klára fyrr :)

So koyrdi babba botnin niður, so mátti eg grulva her niðri...





Eri eg ikki røsk :)

4 kommentarer:

Diddan sagde ...

Hey Rannvá.
Sum tú ert røsk, gleði meg til at koma at spæla við teg aftur:) Nú kunnu mammurnar hjá okkum ikki bara sita og drekka kaffemunn, nú fáa tær nokk at gera við at renna eftir okkum:) hihi...

Diddan sagde ...

ups... gloymdi at siga, heilsan tín vinkona Ró:)

Sigga sagde ...

Hey gummusa frella:o)
Helligens ikki tú ert blivin røsk og stór, hesa tíðina meðan gumma hevur verið í Føroyum. Gleði meg at síggja teg aftur um nakrar dagar:o)

Heilsan Sigga gumma

Elsibeth sagde ...

Dekan gummusa er blivin stór og røsk!
Arnór og eg mugu koma at vitja tykkum í summar, so tú ikki gloymir gummu tína.