søndag den 2. november 2008


Sum dagurin í gjár var spennandi :) hann byrjaði við at babba skundaði sær upp at skifta tendripropparnar til bilin og so pakkaðu vit alt saman og fóru avstað yvir um oyrasund til oxie(bilurin riggaði faktisk yviraskandi væl) í føðingardag hjá Emiliu, har vóru so nógv fólk og eg svav bara allíkavæl:) Men seinni vaknaði eg og fekk alt við, øll hildu meg vera so fitta :) Men eg veit ikki hvussu tað verður hjá mammu nú, babba fer at meyla nakað nógv um at flyta til Malmø, men eg haldi ikki at mamma er ordiliga við uppá tað! Tá vit skuldu fara avstað, ringdi mammubeiggi og vit avtalaðu at hann og Durita skuldu koma til okkum at eta døgurða, tað var so hugnaligt:) Eri eg annars ikki blivin stór nú? Eg skal vigast í morgin, tað verður so spennandi eg hopi at eg vigi 5300g!

Ingen kommentarer: