søndag den 23. november 2008

Nú var langt síðan seinast!

Hey tit øll:) tað er ikki tí, at vit ikki vita nakað at skriva um, at tað ikki hendur nakað her á blogginum, heldur hinvegin:)
Men nú stendur betri til, eg eri farin at fáa allomin á fløsku, hitt bar ikki til meira eg var so ill og lítil, tí eg ikki bleiv mett og mamma og babbba mundu mist pippi, men nú siga tey seg hava fingið gomlu Rannvá aftur og so vigi eg eisini knappliga 5450 gr :) Annars hevði eg einki serligt tikið uppá í 8 vikur, so tað hevur verið strævið í seinastuni!
Men annars ganga vit bara og hugna okkum, eg verið tikin við allastaðnið, nú er eisini so deiliga lætt við fløsku. Vit ganga í tveimum mammubólkum, men mamma gloymur altíð at taka myndatólið við, eg má heldur fara at minna hana á tað! Og so fara vit at svimja aftur týsdagin, tá kemur babba kanska við :)

Eri eg ikki blivin stór?

Babba royndi at taka eina mynd, sum tit síggja at eygna farvan er broytt :)

Heilsusysturin var og vigaði meg, 5450 gr :)



Hetta var áðrenn eg var byrja uppá Allomin, Ingrid var og spældi við meg, mamma og pápi hennara eita Siborg og Janus, hon er 5 vikur yngri enn eg og tá var hon størri eg eg :(

Ingen kommentarer: