tirsdag den 4. november 2008

Svomið, mammubólk og bindiklubb við mammu


(fingið myndina av blogginum hjá Gabriel)
Her liggja vit øll so fitt, frá vinstru, Kristian Martin, Ró, eg(Rannvá), Gabriel og Aron,vit vóru øll í mammubólk heima hjá Kristian Martin í dag, mamma hansara Hallgerð hevði gjørt so lekran mat til mammurnar og tað var gott, tí eg og mamma vóru og svumu áðrenn, so mamma og var svong :)
Tað var fyrstu ferð at vit vóru til hold svimjing í dag, tað var ordiliga skeg! eg kavaði ikki minni enn 2 ferðir, vit sungu og svumu í ring, eg helt tað verða ordiliga spennandi :)

Í kvøld bleiv eg so sleipa við í bindiklubb, tað er heilt ok, allar konurnar í bindiklubbanum vildu sleppa at halda mær og eg var tað einasta barnið, sum møtti upp so tað var ikki so galið ;)

Nú áðrenn vit leggja okkum í kvøld ætla mamma og babba at eg skal hava allomin, tí hin dagin tá eg skuldi vigast vigaði eg bara 5000gr og tað er alt ov lítið og mamma og babba halda at eg eri nakað svong tá eg skal sova, rætt hava tey, eg royni og royni at súgva frá mammu, men seriøst eg fái ikki meira út, men eg eg fekk ein smaksprøva av allomin í kvøld og eg má erlitalt siga at tað gagnaist mær ikki væl, so eg hopi at tað verður betri í kvøld! :)

Ingen kommentarer: